ORÐ OG TÓNAR á Bókadøgunum

Leygardagin kl. 17 skipa vit fyri einum ORÐ OG TÓNUM-tiltakið í Norðurlandahúsinum. Hetta verður ein góð løta, har vit leggja tríggjar bøkur fram við góðum tónleiki inn ímillum.

22.11.2017
Sjúrður Juul Ravnsfjall
Orð og tónar

Skráin fevnir breitt. Frá nýggjari debutskaldsøgu, um nýggja føroyska kirkjulist til samrøðu við okkara fyrsta stórmeistara í talvi, sum er aktuellur við nýggjari bók.

Løtan verður skipað soleiðis:

BOÐSKAPURIN Í TRÆNUM: Vit fáa eitt prát millum Edward Fuglø og Nils Orth um kirkjulistina í Christianskirkjuni. Saman við myndum á stórskíggja, sum fyri ein part verða greinaðar, fara vit eina ferð

TÁ IÐ TRØLLINI FARA Á FLOG er er ein lýrisk frásøgn, sum fer fram í Føroyum. Hetta er debutskaldsøga eftir høvundin Fríð. Bókin kom út á donskum í 2015, men nú er týdd. Bókin verður umrødd, og brellbiti verður lisin upp.

Kvøldið endar við einum práti millum Suna Merkistein og Helga Dam Ziska um longu leiðina fram til stórmeistaraheitið – heilt frá byrjan. Bókin eitur Í FRAMLOP, og er hetta er hugtakandi søga um føroyska stórmeistaran. 

Inn ímillum hvørja framløgu verður tónleikur sum Ólavur Jacobsen og Monica Stauss standa fyri.

Øll eru væl komin.

22.11.2017
Sjúrður Juul Ravnsfjall
Orð og tónar

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?