Ein heilsan til Sprotan á 25 ára degnum

Hjartaliga til lukku við teimum 25 árunum, Sprotin, tú sært væl út! Takk fyri heiðurin at sleppa at siga okkurt á tínum føðingardegi, og ikki minst takk fyri møguleikan at sleppa at standa á palli saman við so legendariskum og fólkakærum tónleikarum sum Martin Joensen, Kim Hansen og Sámal Ravnsfjall, nærri inn at føroysku fólkasálini sleppur mann valla aftur.

01.12.2018
Marjun Syderbø Kjelnæs
Røður

Mann skal kanska heldur kalla hetta fyri eitt silvurbrúdleyp. Eitt hátíðarhald av drúgva hjúnabandinum millum teg og okkum, sum eru útgivin hjá tær. Ditta vit okkum at laga boðskapin í Orðatøkunum til høvið, so kundu tey ljóðað: “Dugnaligt forlag, hvør finnur tað? Mangan meir enn perlur er tað vert! Tað heldur eyga við, hvussu gongur í húsinum, etur ikki letibreyð, og gongur klætt í styrki og heiður við einum smíli hini komandi tíð ímóti.”  Sprotin leingi livið! Skál fyri brúðarparinum!

Nú fari eg at tosa eitt sindur um mín part av hjúnalagnum: Skrivingina. Í 2012 góvu tit á Sprotanum mítt fyrsta yrkingasavn út – Rót tripp, yrkingar sum eg hevði skrivað á eini ferð tvørtur um USA – allan vegin frá eysturstrondini til vesturstrondina. Tað kendist óveruligt at standa við bókini í hondini, líka ótrúligt, sum tankin um at gera ferðina til veruleika hevði verið. Men á roadtrip fóru vit tvørtur um ein heilan heimspart uttan at planleggja meira enn ein ella tveir dagar fram í tíðina. Vit lótu alt vera feskt og fremmant. Og tað besta var tað óvæntaða, fólk sum vit komu í prát við, og støð, sum vit ikki vistu vóru til. Soleiðis var tað eisini at skriva yrkingarnar – at vera á ókendum leiðum.

Nú eru tað 6 ár síðan hetta yrkingasavnið kom út, og eg havi síðan skrivað til pall og til film og til tónleik, men eisini eina skaldsøgu og eitt yrkingasavn aftrat. Men eg má kortini siga sum norski høvundurin Per Pettersson, at eg framvegis droymi um at gerast rithøvundur. Hetta segði Petterson, hóast hann longu hevði útgivið nógv og var viðurkendur. At vera rithøvundur er ikki at skriva, segði hann, tað er at fullføra tað, sum mann skrivar. Tað, tú skrivar, byrjar í tær sjálvari, men tá ið tú hevur fullført tað, er tað ein heild og hevur eina eginvekt, tað er ikki ein partur av tær sjálvari longur, men nakað, sum tú burturfrá kanst hyggja at og siga: Nú er tað liðugt. Tað var tú, nú er tað ikki tú.

Eg haldi, at tað er hesin longsulin, sum má til, hvørja ferð tú fert í holt við eitt nýtt verk, ein longsul eftir at nærkast tí, sum er neyðugt at siga. Tað er tað, tú mást ferðast fram ímóti, tá ið tú situr og arbeiðir. Og eg haldi, at kenslan, eg stóð við, við bókini í hondini, eina evarska lítla løtu var at vera komin tvørtur um ein heilan heimspart uttan at hava planlagt meira enn ein ella tveir setningar fram í tíðina. At skriva er soleiðis fyrst at hugsa tankan, at droyma um ferðina, og síðani er tað at fara avstað og at halda á. Men so er tað eisini at standa á vesturstrondini og siga, nú er tað liðugt.

Útgávutiltakið, tá ið Rót tripp kom út, var í posthúskjallaranum, og hóast nógv fleiri fólk komu, enn eg hevði væntað, so var heiðursgesturin 90 ára gamla omma mín, ættað úr Kunoy, sum í sínum besta frakka og við ný-curlaðum hári var komin suður at forvitnast, hvat ommudóttirin læt úr hondum. At skriva hevur eisini nakað við samleika at gera sjálvandi, tað hevur nakað at týða, hvaðan tín ferð byrjar, og hóast lívið hjá ommu handlaði um hart arbeiði og at uppala 9 børn, so varð eitt yrkingasavn eisini ein partur av hennara tilveru, og hennara tilvera ein partur av einum yrkingasavni.

Eg havi í seinastuni fingið áhuga fyri tí, sum tey kalla poetikkur. Poetikkur, ella høvundapoetikkur, er ein tekstur, har ið ein høvundur skrivar um tað at skriva, t.e., hvussu, hví og um hvat mann skrivar. At skriva poetikk er sjálvkritiskt at meta um, hvat mann fæst við sum høvundur, og tað er leitað til aðrar søgur og aðrar høvundar fyri at royna at fáa eitt innlit í og eina fatan av, hvat tað vil siga at vera rithøvundur. Og tá ið eg lesi tað, sum aðrir høvundar skriva um at skriva, so eru tað hesi trý sum ganga aftur: Hvaðan tú kemur, hvussu tú fet fyri fet, setning fyri setning, heldur á, og hvussu teksturin at enda peikar fram ímóti eini broyting av onkrum slag. Tí líkamikið um teksturin er glógvandi ella morgráur, so er heimurin ikki tann sami, sum áðrenn teksturin var til, okkurt er sagt, sum ikki á heilt sama hátt er sagt áður, ein rødd hevur latið við seg koma, og ein hugsaður tanki er festur á blað.

Men hví skriva um júst tað, sum tú skrivar um, og hví orða teg júst so, sum tú orðar teg? Danski høvundurin Inger Christensen sigur einastaðni um tilvildina, at hon er ein víðsveimandi orkukelda, ein ótømandi goymsla av hvítum óljóði (white noise). Tilvildin er soleiðis eitt stað, har sum tað altíð ber til at finna tónleik, men kanska ikki altíð júst, tá ið tú ynskir tær at finna hann. Tað handlar sostatt um at vera tilvitað um ferðina, um hvussu tú ferðast, men samstundis at geva seg inn undir tað skipaða árinið, sum tilvildin hevur, heldur hon. Tað skipaða árinið, sum tilvildin hevur? Eg skilti ikki, hvat hon meinti við, ikki fyrr enn hon fór at tosa um tað staðið í tekstinum, har ið tilvildin tekur yvir, har ið tað tykist, sum málið gerst livandi og framleiðir seg sjálvt. Sum rithøvundur ert tú bæði bangin fyri at røkka hesum staðnum og fyri ikki at røkka tí. Tí at geva seg yvir til henda máttin er at taka teg sjálva á bóli, at standa uttan fyri teg sjálva og soleiðis fáa sagt nakað, sum skuldi sigast.

Dreymurin, ferðin, tilvitanin og tilvildin, og so stendur tú har á strondini við einari bók í hondini, og omma tín nikkar til tín, og sólin skínur eina løtu, og so leggur tú tað frá tær, sum tú hevur skrivað, og hyggur at tí burturfrá. Hatta var tú, núer tað ikki tú. Og so fer tær aftur at leingjast eftir at verða rithøvundur, at droyma um ferðina.

Marjun Syderbø Kjelnæs

01.12.2018
Marjun Syderbø Kjelnæs
Røður

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?