Barnið

Poesiur, styrki, veikleiki og kærleiki sameinast á besta hátt í hesari frásøgnini hjá einari mammu fyri nýfødda barni sínum. Ein frásøgn um tvístøðuna millum at vera rithøvundur, mamma og unnusta.

24.08.2019
Sprotin
Bókaprát

Móðirin - rithøvundurin Kjersti Annesdatter Skomsvold – sigur nýfødda barni sínum, ið er annað barn hennara, frá lívi sínum fram til, at hon skuldi eiga, meðan hon spákar við henni í barnavogni í Botaniska garðinum og tosar inn í eina diktafon, ella meðan hon skrivar – ella roynir at skriva – við barninum hangandi uppi á sær í einum kiltri. Tá ið hon hevði átt fyrra barnið, misti hon evnini at skriva. Hvat var meinast: ikki at kunna skriva ella ikka at fáa sovið?
 
Hjá frásøgufólkinum hevur tað verið ein kollveltandi uppliving at gerast mamma og at liva í einum føstum sambandi við Bo, pápan at báðum børnunum. Lív hennara hevur verið merkt av ótta, einsemi, óvissu, sorg og sjúku, og hon hevur havt torført við at vera saman við øðrum menniskjum.
         
Frásøgnin fyri barninum er opinskárað og ærlig: ”Hetta er ikki ein søga at siga fyri barni sínum, men tað er ógjørligt at skilja søguna um Bo og meg, uttan at hin deyði verður tikin við, tí hví skuldi tað annars kravt fimm ár hjá okkum at finna saman?”
 
Hann, ið hon umrøður sum hin deyða, er skrivilærari hennara. Hann dugir sum hin fyrsti at síggja rithøvundin í henni, og tað er honum fyri at takka, at hon fær fyrstu bók sína givna út. Men ótti fyri, at sambandið verður ov tætt, fær hana til at fara frá honum. Hon greiðir frá, at tað kravdi fimm ár at gerast unnusta hansara, unnusta Bo, men tá ið tað so endiliga hendir, rakar veruleikin hana sum ein múrsteinur, og tá ið hann fer til París, saknar hon hann. Til hetta var hon púra ófyrireikað.
 
Í skaldsøguni BARNIÐ eru tekstir við miklum yndi, tekstir, sum mong foreldur helst munnu kenna aftur. ”Vit tosaðu saman á tínum máli, ljóð tíni løgdu seg inn í meg sum flógvir steinar á einari strond. Kroppur tín var tungur í ørmum mínum, í lívi mínum, hóast tú næstan einki vigar, og tað illa feyk burtur, fleyg burtur. Náttin var langt síðan flogin, tað vart tú, sum varð verandi.”
 
Har eru mangir djúpir tankar av hesum slagnum og hugleiðingar, og tí eru míni ráð til lesaran, at bókin skal lesast seinliga og njótast, og hetta er ein bók, sum tú kanst venda aftur til fleiri ferðir. Kjersti Annesdatter Skomsvold er ein av týdningarmiklu røddunum í nýggjum norskum bókmentum. 
Anne Grete Jacobsen, Litteratursiden
 
Kjersti Annesdatter Skomsvold (f. 1979) gjørdi fyrstu ferð av álvara vart við seg í 2009 við bókini Jo fortere jeg går, jo mindre er jeg (2009). Fyri bókina fekk hon  ”Tarje Vesaas’ debutantpris” (sum norska Rithøvundafelagið letur) og er komin út á 26 tungumálum.

Svenskur ummælari: ”Eg havi júst lisið svensku útgávuna av Barnet. Hetta er ein skaldsøga av tí slagnum, sum ger, at hóast tónin er spakur, verður tú sogin við inn í heimin hjá frásøgufólkinum. Tað er ein heimur, sum hvørt foreldur man kenna seg aftur í, kvinna ella maður. Men frásøgnin verður eyðvitað borin okkum úr sjónarhorninum hjá henni, sum er við barn.
 
BARNIРer á allan hátt ein lívsfrásøgn, ein søga, sum bæði ger viðurskiftini torgreidd og sjálvsøgd, tann veruleiki, at vit í bondum hvør við annan eisini fáa eitt húski við børnum og øllum tí, sum hartil hoyrir. Kjersti Annesdatter Skomsvold ger meg viðhvørt næstan lukkuligan um tað undrið. Um somu tíð minnir hon lesaran á alt tað torføra, tað, sum er ampi, ræðsla, óvissa, høvuðbrýggið í andvekrinum. Men mest av øllum minnir hon lesaran á alt tað sæluríka, tá ið lítla barnið er komið og tú (ja, eg sum maður, pápi, abbi í móðurætt og abbi í faðirætt til dømis) havi tað lítla undurverkið sovandi á búkinum. Hvussu man tað so ikki vera hjá mammuni, sum hevur borið barnið í heim og sum hevur hann á brósti? Tað lýsir hon ógviliga sannførandi og vakurt.
 
Í hesari skaldsøguni er bæði eymleiki og vakurleiki. Her er ein sniðfundigur, sorgblíður hýrur, sum talar nógv til mín. Eg gleði meg til at lesa meira eftir Kjersti Annesdatter Skomsvold.”

---

Les brot úr bókini her

24.08.2019
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?