Sjaldsama flottu kápumyndina til føroysku útgávuna hevur Edward Fuglø málað í ár. Sprotin

Blómudalurin

Í Grønlandi hevur verið tosað um so nógv sjálvmorð millum ung, at tað líkist einari umfarssótt. Øll kenna onkran, ið hevur tikið lívið av sær.  'Blómudalurin' sigur søguna um, hvussu tað er at liva í øllum deyðanum, sum ávirkar øll, men sum eingin tosar um.   

15.03.2022
Sprotin
Bókaprát

Sjálvmorð  er næstan vorðin ein ótolandi normalitetur, sum eingin hevur ábyrgd av. Familjurnar megna ikki at tosa um tað, og eingin hjálp er í nakrari almennari skipan.

Hvat er navn mítt? 
Eg havi einki navn
Eg eri bara eitt tal

Hon upplivdi fyrsta sjálvmorðið, tá ið hon var trettan. Hon vil verða grivin millum høgu fjøllini í Tasiilaq, har gravirnar við ongum navn í Blómudalinum er fjaldar undir bláum, blóðreyðum og ljósareyðum plastikkblómum, sum rópa úr hvíta kavanum.

Hon hevur unnustu, sum hon elskar.
Hon hevur familju, ið hevur umsorgan fyri henni.
Hon er sloppin inn á universitetið í Áarósa.
Heimurin stendur opin, men einki kennist rætt, og so við og við fer heimurin at treingjast um hana.
Og niðurteljingin byrjar.

Skaldsøgan byrjar soleiðis 

Ein ravnur situr á stóra krossinum við kirkjugarðsportið. Eingin av mínum kæru liggur í hasum kirkjugarðinum. Aanaa liggur ikki her. Kortini merki eg, at eg havi mist onkran her. Tað vekir døpur minni. Tað vekir minni um várnæturnar, eg havi sitið her við óttanum um komandi midnáttarsólina. Tað vekir minni um ljósareyðu summarnáttina fyri einum ári síðani, tá ið eg sat á einum fjallaheyggi við útsýni til Sermitsiaq og allar krossarnar hjá teimum deyðu og hugsaði um lívið. Eg var ofta einsamøll, men ta náttina var ein einsom og ynskti, at tað var eg, sum lá her. Gøturnar vóru andleysar sum gravirnar, og ein ravnur kom flúgvandi framvið og setti seg á ein av krossunum tætt hjá mær. Svørtu fjaðrarnar á honum skygdu, svørtu eyguni í honum vóru á varðhaldi, svarta sálin í honum var tað einasta, ið var til staðar. Eg læt eyguni falla á hann, og eitt bil gloymdi eg alt um, at sólin, ið var sett fyri einum korteri síðani, fór at rísa upp aftur handan Sermitsiaq um nakrar minuttir. Eg gloymdi eina løtu, at alt fór at byrja umaftur. Ravnurin sat uppi yvir mær, til dagslýsið kom. Síðani fleyg hann av stað og læt meg vera sitandi hjá teimum deyðu. Hann visti ikki, at tað var ljósið, og ikki myrkrið, hann skuldi verja meg fyri. 

Skaldsøgan er býtt í tríggjar partar ”Tey” ”Tú” og ”Eg”. 

Vit eru í Grønlandi, í einari vanligari familju og gera so ferð við navnleysa eg-frásøgufólkinum til Danmarkar. Vit uppliva ógvisligu gjáirnar, sum eru millum hesar báðar mentanirnar. Hon er komin inn á universitetið og kennir seg øgiliga fremmanda. Hon er altíð uttanfyri. Hon ikki skilir danskt skemt og spei og er tí fyri tað mesta í einingi. Altíð fremmand, altíð uttanfyri, til hon gevst at ganga til tímar. Eisini tað dylur hon.

Vit fara í jólafrí úr Danmark til eysturgrønlendska býin Tasiilaq. 

Har sær frásøgufólkið blómudalin, sum heitið sipar til. Blómudalurin er kirkjugarður, sum er fyltur við hvítum krossum og litføgrum plastikblómum, sum eru settar á seinasta hvíldarstaðið hjá teimum mongu, sum ikki orkaðu at liva.  

Ein ung genta, deyð fyri egnari hond, og Blómudalurin  tykjast draga høvuðspersónin til sín. Hetta sjálvmorðið fær ógvisligar fylgjur. 

Tey mongu sjálvmorðini, sum koma inn í bókina so hvørt, virka sum ein niðurteljing til undirgangin hjá høvuðsleikaranum sjálvum.

---

Niviaq Korneliussen var fødd í Nanortalik tann 27. januar 1990. Hon hevur lisið bæði samfelagsvísindi og sálarfrøði.

Í 2014 gjørdi hon hol í sjógv við skaldsøguni HOMO sapienne. Bókin var so væl fangað, at hon varð ummæld í so mætum bløðum sum The New Yorker og Le Monde.
Við Blómudalinum vann hon bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2021.

15.03.2022
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?