Japanskar/føroyskar orðabøkur

So er fyrsti stigið at byggja brúgv millum føroyskt og japanskt komið undir land. Hjúnini Sunnva og Hiromasa Asano hava í tvey ár arbeitt við japanskari- føroyskari/ føroyskari – japanskari orðabók, og higartil hava tey fullfíggjað 10.000 leitorð í hvørjari bók.

18.08.2022
Sonja Kjølbro

Tað er vorðið so mikið væl umtókt hjá føroyingum at læra seg japanskt, at vit halda, at tey, ið fara undir kvøldskúla í japonskum í heyst, eiga at sleppa at arbeiða inni á Sprotanum. 

Orðabókaarbeiðið heldur sjálvandi fram og bøkurnar fara at vaksa fyri hvønn dag.

Japansk vika er í Havn, japanar eru her og kunna seg um føroyska vinnu, tí nýta vit høvið beint nú. Japanskir gestir vera við til tiltakið.

Kom oman á Reinsaríið týskvøldið kl 20 til eina hugnaløtu við japonskum dámi. Hátíðarhalt saman við okkum, at vit enn ein ferð hava greipað eitt fremmant mál saman við okkara á Sprotanum.

Umframt røður og upplestur fært tú góðan tónleik og ymist gott til góman, sum Tórshavnar kommuna bjóðar.

Hjartaliga væl komin oman á Reinsaríið týsdagin 23. august kl. 20.

18.08.2022
Sonja Kjølbro

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?

Bókaprát

Kommunur í eini broytingartíð 

Bókin er eitt greinasavn, sum Sámal hevur skrivað um samfelagsbroytingar, samferðslu, kommunupolitikk, umhvørvi og býarskipan. Við…
Bókaprát

Vilji er lekjandi máttur 

Tað krevur dirvi at leggja lív sítt á blik í eini bók. Facebook útgávurnar av eg-meg-mær-og-míni lívi, sum sálda alt tað miseydnað…
Bókaprát

Norðoyingar fáa eina hugfarsliga bók um seg sjálvar

Tá ið pensionistar ganga og dreiva og hava betri stundir at hugsa um annað enn tað, teir hugsaðu um, tá ið arbeiðið fylti alt, bir…
Bókaprát

BÓKADAGAR 2024

Tær góvu lív við Rigmor Restorff Dam Í summar hevur Rigmor Restorff Dam, søgufrøðingur, ferðast um alt landið við bókini Tær góvu…
Ymist

Jonhard Mikkelsen fingið stóran heiður í Uppsala

Vestmanna kommuna: Kungl. Gustav Adolfs Akademiens pedagogiska pris í Uppsala latin vestmenninginum Jonhard Mikkelsen fyri…
Bókaprát

Veðursjúka 2 – Uni Arge við enn einari bók

Mánadagin 4. november gevur Sprotin út bókina ”Veðursjúka 2”, sum Uni Arge hevur skrivað. Hon er sjálvstøðugt framhald av bókini ”…
Bókaprát

Yvir um ferð

Svanna Jákupsdóttir, sum áður hevur givið út yrkingasavnið "Oyðilendi" kemur nú út øðrum savninum, sum ber heitið: Yvir um ferð.
Orð og tónar

Millum latínamerika og Agrar og kvinnulív

Kom oman á Reinsaríið tann 31. okt. kl. 20 og fá tær eina góða løtu við áhugaverdum práti og góðum tónleiki. Sprotin leggur tríggj…