"Fryst prógv" eftir Ninu von Staffeldt.

Á fyrsta sinni fáa vit eina brotssøgu úr Grønlandi á føroyskum

Hetta er vanligt umhvørvi við vanligum hampafólki, ið verður lýst, enntá brotsfólkini eru hampafólk við næstan hábornum motivum. Eingir psykopatiskir hópdrápsmenn, konubúkarar ella barnalokkarar.

20.09.2024
Sprotin
Bókaprát

Men søgan byrjar við eini illgerð. Eitt samfelag við yvirstatt og fæloysingum, vanligum samtyktum normum í modernaðum samfelag undir liðini á einum upprunaligari hugburði. 

Spenningarnir eru eyðsýndir. Og nútíðar grønlendska samfelagið er væl lýst. 

Sika Haslund er júst flutt aftur til Grønlands saman við lítla soninum. Søgan fer í gongd við eini illgerð, men flytur seg spakuliga og hegnisliga fram ímóti einari loysn.

Sika finnur stevið aftur í Grønlandi, og alt lagar seg til vanliga gerandisdagin. Men so tekur ein virussjúka seg upp í Sissimiut. Fólk leggjast øgiliga sjuk. Júst um somu tíð skulu tey taka eina havn til ferðamannaskip í nýtslu. Fjáltur kemur á íleggjararnar. Grønlendingar eru ikki álvuligur, tí teir hava mist so nógv fólk av umfarssjúkum, sum fremmandafólk drógu við sær inn í landið, og ferðavinnan er sperd av støðuni, sum er íkomin. 

Síðan fer søgan inn á einstaklingar og teirra viðbrøgd. Meira verður ikki avdúkað.

 

Úr hesum vinklinum sá hann ikki sjógvin longur, bara kavaklæddu fjallatindarnar, sum tóku seg upp um vattkenda landslagið. 

Spakuliga læt hann eyguni aftur, innan og uttan var alt gráhvítt og friðarligt. Illa til passar og svimbul durvaði hann og hoyrdi ikki fetini, sum komu aftur.

Jákup Sørensen

Hann er royndur týðari. Hevur týtt um 30 bøkur, hevur m.a. týtt DNA og Tíggjundi maðurin fyri Sprotan. Hesa ferð hevur hann týtt væl fagnaðu grønlendsku brotssøguna Fryst prógv.

 

 

Jákup er ein av teimum eldsálunum, ið skrivar inn til orðabøkurnar og skjýtur upp ábøtur. Í fjør skrivaði hann Sprotanum hesa heilsanina: 

At byggja land, eitt orð í senn

Hevur tú varnast besta staðið á Sprotanum? Avgjørt besta funkan á allari síðuni er lítla talibløðran, sum stendur høgrumegin leitorðið.

Hevur tú leitað eftir onkrum, t.d. eftir ársins orði í fjør, stuttflutt, so varnast tú, at tað enn bara er at finna í føroyskt ensku orðabókini og í føroyskt kinesisku orðabókini. Um tú vil gera vart við, at tú heldur tað eisini átti at slopppið upp í part í øðrum orðabókum, so ber til at trýsta á bløðruna og so vera boðini send til rætta viðkomandi. 

Ella um tú leitar eftir onkrum orði, og tú ikki finnur tað. Tá ber til at skriva og gera vart við, at orðið manglar, og hvør veit, kanska er tað longu í bókini seinni um dagin.

Sjálvur týði eg viðhvørt, og tað kemur meiri enn so fyri, at okkurt orð er, sum eg ikki finni í bókunum. Tá eru ráðini at trýsta á bløðruna og skriva til Sprotan og gera vart við, at orðið manglar. Ella liggur so væl fyri, at tú veitst, hvussu tað skal týðast, so kann tú skriva tað eisini. Tað er gott hjá tí næsta, ið leitar, sum tá sleppur undan at draga svart. Soleiðis kunnu vit hvør í sínum lagi alla tíðina leggja smá klípi aftur at stóra málgarðinum, ið liggur sum ein verja um mál okkara. Soleiðis byggja vit land eitt orð í senn. 

Júst hetta við at kunna skriva til orðabókina er heilt einfalt fantastiskt. Fyri nøkrum árum síðani var eg í veitslulagi saman við einum amerikonskum málprofessara, vísti henni á okkara orðabøkur. Hon dugdi ikki at skilja, at tær lógu har úti púra ókeypis. Tað var ’fantastic’ og ’amazing’ helt hon. Lovorðini mundu ongan enda taka, tá ið eg so vísti henni, at til bar at skriva til bøkurnar eisini. Tá eg vísti henni samskifti mítt við Jonhard um eitt orð, og at tað júst fyrr um dagin var tikið við, segði hon seg ongantíð hvørki hava sæð ella hoyrt um slíkt fyrr. 

20.09.2024
Sprotin
Bókaprát

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?

Lesikrókurin

Brenn øll míni brøv

Tá ið konan ein dagin gevur honum tveir møguleikar: annaðhvørt fær hann skil á vreiði síni, ella skiljast tey, varnast Alex, hvuss…
Bókaprát

Lesikrókurin fær nýggjan vert

Nýggi verturin í Lesikrókinum eitur Helena Lamhauge-Mortensen, 27 ár og útbúgvin bókmentafrøðingur.
Bókaprát

Søgur úr Latínamerika

Enn einaferð hevur Marianna Hoydal hegnisliga flutt okkum tekst úr Latínamerika yvir í føroyskt. Týðingarnar eru satt njótilsi at…
Orð og tónar

Kærleiki, hatur, valdstrá og hevnd

Nakað stórvegis broytt í túsund ár? Kom oman á Reinsaríið tann 19. sept. kl. 20 og fá tær eina góða løtu við áhugaverdum práti og…
Bókaprát

Gyrðir Elíasson: Meðan glerið svevur og Stjørnulýsi

Talan er um eina bókagreipu, sum kom út í Íslandi í fjør vetur, og sum hevur fingið serstakliga góð ummæli. Martin Næs hevur enn e…
Bókaprát

Brenn øll míni brøv

Tá ið Alex Schulman fer at grava í síni ættarfortíð, kemur hann fram á eina ógvisliga og vanlukkuliga kærleikssøgu um abban og omm…
Orð og tónar

Tað er ikki bara veðrið, ið vendir upp og niður, tað gera søgurnar eisini

Kom oman á Reinsaríið tann 22. august og fá tær eina góða løtu við áhugaverdum práti og góðum tónleiki saman við Una Arge, Oddfríð…
Bókaprát

Ljóðbøkur og summar

Lurta eftir nýggjum ljóðbókum frá Sprotanum, meðan tú málar og røkir bø og garð í summar, meðan tú flýgur millum lond, og meðan tú…