Tað verður stórur saknur í Paula – hesum víðskygda og fryntliga mentamanninum

Pauli fýrdi ikki fyri at flyta okkum tankar úr stóru verð inn í okkara mál. Og tað gjørdi hann hegnisliga. Hann leitaði javnan sjálvur út í lond og dró bókmentir úr hesum londum við sær aftur til okkara.

21.12.2025
Jonhard Mikkelsen
Ymist

Eyðkent fyri Paulasa arbeiði var, at hann leitaði í lond, sum vit lítið og einki samband hava havt við. Hann hevur við sínum týðingum latið dyr upp inn í teirra skaldaheimar, sum eru øðrvísi – bókmentir, ið eru grundaðar á heilt aðrar mentanir enn tær, vit kenna, og royndi við sínum verkum at víðka fyri huganum. Felags fyri bøkurnar er, at tær siga okkum frá ymisleika og fjølbroytni, sum hann var so íðin forsprákari fyri.

Hann ferðaðist nógv, var forvitin um aðrar mentanir, og honum dámdi at anda hetta fremmanda og ókenda í seg. 

Pauli borðreiddi okkum tekstir úr Egyptalandi, Turkalandi, Ísrael, Japan, Suðurafrika, Italia – skaldsøgur, sum frægastu skøld í hesum londum hava skrivað. Skøld, vit ikki hava kunnað lisið á føroyskum áður. Sjaldsama góðar bøkur, sum bara ein, ið hevur ans fyri dygdarverkum, kann velja sær at týða.

Eyðvitað er tað so, at tá ið tú týðir fullkomiliga fremmant mál ígjøgnum eitt annað mál, so fer okkurt fyri skeytið – treyðugt so – men tað var hugaligt at kunna fáa bøkur eftir japanska Murakami og at kunna lesa turkiska Ohran Pamuk og ísraelska Amos Oz á okkara máli. Teir tekstirnar gav Pauli okkum. Og hvør var betri enn annar.

Vinstrahallur politiskt og altíð í parti við teimum, ið kendu sviðan av kapitalinum, tá ið hann ikki kendi síni mørk.Tað er eitt gjøgnumgangandi evni í fleiri av hansara týðingum. Ikki minst Fontamara, sum hann týddi sum blaðungur, um fátæku italsku fjallabøndurnar, sum gjørdust alsamt kroystari av teimum, sum áttu ríkiligt frammanundan og fingu stuðul frá fasistisku stjórnini. 

Eirindaleyst verða hesi neyðstaddu og forfjónaðu fólk lýst, og bókin sigst vera tann italska skaldsøgan, sum er komin út í flest útgávum um allan heim. Hon hevur eisini stóran almennan áhuga í okkara tíð, tí hon lýsir natúrina í fasismuni og einaræðinum so djúpt og dyggiliga. 

John Maxwell Coetzee er suðurafrikani, sum í 2003 fekk heiðursløn Nobels fyri fagrar bókmentir. Í bókini Barnaár lýsir hann alt tað, ið tann hvíta miðalstættin hevur framíhjá, ta betru útbúgvingina og alt hitt, sum ger, at suðurafrikanar ''prefer to be English''. Hetta sama fyribrigdið um allan heim, ið fær fólk at venda sær frá sínum egna og samlíkja seg við tað fremmanda, tí tað loysir seg at venda sínum egna bakið. Men kostnaðurin er tann ringa samvitskan.

Sum tjóðveldismaður burturav varpaði hann ljós á líknandi viðurskifti í ríkisfelagsskapinum, tá ið hann týddi Børn í heimsveldi. Tá ið ST í 1945 eftir seinna heimsbardaga sá dagsins ljós, kravdi altjóða samfelagið, at øll lond skuldu lata síni hjálond frá sær og geva teimum sjálvstýri. Tað merkti, at Danmark skuldi sleppa Grønlandi. Tað hendi ikki, tí ymsar danskar stjórnir snýttu í 40- og 50-árunum bæði grønlendingar og ST fyri at varðveita Grønland sum part av Danmark. Tað fór illa við grønlendskari mentan, grønlendska málinum og ikki minst grønlendsku børnunum. Og alt tað er komið fyri ein dag nú.

Tann høvundurin, sum hugtók hann eina mest seinnu árini, er norsk og eitur Erika Fatland.

Markið (600 bls.) er bók um at vera granni hjá tí ómátaliga heimsveldinum Russlandi. Um teir stóru mentanarligu munirnar millum londini, høvundurin vitjar, sum liva í skugganum av tí eina stóra felagsnevnaranum, sum á ymsan hátt hevur merkt tey øll: at liva undir liðini á Russlandi, heimsins størsta landi. Hon ger ferð ígjøgnum 14 lond og leggur alt markið – 20.000 kilometrar – aftur um seg. Eitt meistaraverk.

Hæddir (650 bls.) var onnur bók eftir sama høvund. Hesa ferð fór hon við okkum upp í hæddirnar í Himalaia – ómátaliga fjallaryggin, sum toyggir seg um fimm lond. Her verður alt blandað saman – islam, buddhisma og hinduisma og elligomul sjamantrúgv, eitt ótal av málum og serligum mentanum, sum liva sítt egna lív í avbyrgdu dølunum. Heimar og menniskju, vit heilt víst einki vita um. Stak, stak áhugavert.

Nú var Pauli farin undir ta triðju bókina eftir Eriku Fatland um teir kendastu portugisisku sjófararnar. Bók, sum ikki stendur aftan fyri hinar. Men hann legðist fyri. Hjartað, sum hevði darvað honum í mong ár, orkaði ikki meira. 

Pauli hevði eina visjón við týðingunum og týddi bøkur, ið vit øll kunnu læra av. Bøkur, sum tóku stór politisk, menniskjalig viðurskifti upp til viðgerðar. Og ikki minst: segði okkum um alt, sum var áhugavert at vita um heimin og ymisleikan  í honum.

Týðingarnar bera boð um, hvør maðurin var. Hann vildi nógv og náddi nógv.

Hesin dámligi, fryntligi hugsjónarmaðurin, sum kom úr Sandavági at ganga í preliminerskúla í Vestmanna, knýtti bond við bygdina, sum hann varðveitti alt lívið. Hann plagdi við hvørt at spáka sær av Nesinum og yvir í Geilina til okkara. Tað vóru góðar og hugfarsligar løtur.

Eg fari at sakna dámliga mentamannin Paula Nielsen.

Jonhard Mikkelsen

21.12.2025
Jonhard Mikkelsen
Ymist

Hevur tú hug at lesa fleiri greinir?